HEIM
29.11.2009

Tíðindaskriv um fíggjarætlanina 2010

Runavíkar kommuna samtykti á fundi hóskvøldið 26. november fíggjarætlanina fyri 2010. Skattaprosentið verður 22%, og barnafrádrátturin verður 4.000 kr fyri hvørt barnið. Hetta er tað sama sum í 2009.

Skattainntøkurnar eru mettar til 99 mió komandi ár, har av 2 mió í partafelagsskatti. Til raksturin eru avsettar 69 mió, og samlaðu íløgurnar verða góðar 13 milliónir. Størsta einstaka íløgan er 7 mió til 2 barnagarðar, sum verða bygdir á Skála og í Søldarfirði. Teir verða lidnir komandi summar. Harafturat verða íløgur gjørdar í skúla, vatnveiting, vegir, kloakkir og á havnaøkinum.

Nettoskuldin hjá kommununi er, orsakað av lægri skattaintøku í ár, farin 5% upp um eina álíkning. Býráðið hevur sett sær fyri at fáa nettoskuldina niður um eina álíkning í 2010.

Runavík 27. nov. 2009

Magnus Rasmussen, borgarstjóri