HEIM
27.11.2008

Tíðindaskriv um fíggjarætlanina 2009

Bygdaráðið í Funningi og býráðið í Runavíkar kommunu samtyktu á fundi 26. november fíggjarætlanina 2009 fyri felags kommununa, sum verður løgd saman 1. januar 2009. Skattaprosentið verður 22%, og barnafrádrátturin verður 4.000 kr.

Fíggjarætlanin javnvigar við 115,8 milliónum. Samlaðu íløgurnar verða 28,5 milliónir. Harav fara 6 milliónir til nýggja skúlan, sum er tikin í brúk og verður endaliga liðugur fyrst í komandi ári. Harafturat fara 7,5 mió til 2 barnagarðar, sum er í gerð á Skála og í Søldarfirði og verða lidnir í oktober 2009. Á tekniska økinum verða harafturat gjørdar íløgur í vatnveiting, vegir, kloakkir og útstykkingar.

Nettoskuldin hjá samanløgdu kommununi er 108 mió. Samanlagda kommunan fer nú at telja 15 bygdir við tilsamans 3850 íbúgvum.

Runavík 26. nov. 2008

Runavíkar Kommuna

Hans J. Lamhauge, borgarstjóri