HEIM
30.11.2007

Tíðindaskriv um fíggjarætlanina 2008

Soljóðandi tíðindaskriv er í dag sent fjølmiðlunum:

Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti á fundi í gjár fíggjarætlanina fyri 2008. Skattaprosentið verður óbroytt 22%, og barnafrádrátturin verður 4.000 kr fyri hvørt barnið, sum er tað sama sum í ár.

Fíggjarætlanin javnvigar við 161 milliónum. Í rakstrinum er ein vøkstur upp á 6% í mun til í ár. Samlaðu íløgurnar verða 58 milliónir. Har av fara 40 milliónir til nýggja skúlan, sum verður liðugur um eitt ár. Tó verður fyrsti partur, sum skal hýsa framhaldsdeildini, tikin í nýtslu longu í januar 2008.

Aðrar stórar íløgur eru 7 milliónir til útstykkingar, og til vatnverk, vegir, havnalagið og nýggjar barnagarðar eru meira enn 1 mió sett av til hvørt øki.

Hetta er fjórða fíggjarætlanin síðan samanleggingina 1. januar 2005. Kommunan umfatar nú 14 bygdir og tilsamans búgva 3679 fólk í kommununi.