HEIM
19.09.2008

Tíðindaskriv frá Fólkaheilsuráðnum

Fólkaheilsuráðið heitir á fleiri fólk um at melda seg til.

"Koyr á!", "Kom nú! ", "Eitt sindur afturat!", "Blás, blás blás!", " Fimtan sekund eftir.." eru "róp" sum hoyrast í hølunum hjá Arbeiðsmannafelagnum Hæddini, Heiðavegur 19 í Saltangará í hesum døgum. Jú, eysturoyingar hava tikið væl ímóti heilsukanningini MARK, sum byrjaði 25.august og heldur fram til 3.oktober.

600 eysturoyingar eru bodnir til kanningina, av hesum er ætlanin at kannað 300. Ringjast kann á tlf 515156 millum kl 8 og kl 12 at bíleggja sær tíð. Sjálv kanningin tekur 1 ½ tíma.

Kanningin umfatar at svara einum spurnablaðið, sum í høvuðsheitum snýr seg um mótiónsvanar, alkhol-, royki- og kostvanar. Eisini verður blóðtrýstið mátað, umframt mát av vekt, hædd, fitiprosenti, BMI, miðjuvídd og mjadnavídd. Blóðroynd verður tikin úr oyralippuni, og blóðsukur og kolesterol verður mátað. Lungnafunktiónsmáting verður eisini gjørd. Nakrar vøddastyrkitestir verða gjørdar, og kanningin endar við eini konditiónstest á súklu. Tá kanningarnar eru lidnar, verður tikið saman um, og úrslitini sett í faldara, sum tann kannaði fær við sær.

MARK kanningin hevur verið í Tórshavnar kommunu, í Norðoyggjum og í Suðuroy. Ætlanin er at gera kanningar í Norðstreymi, á Sandi og í Vágum eisini.

Vegna Fólkaheilsuráðið
Malan Egholm, verkætlanaðarleiðari.