HEIM
26.05.2010

tíðindaskriv frá Bátafelaganum á Bakka

Bátafelagið á Bakka, á Glyvrum, fer leygardagin 29. mai, frá kl 14:30 at skipa fyri einum almennum, ókeypis, familjudegi, við bátahylin á Glyvrum.

Vit tendra nakrar stórar grillir, og so kunnu tey vitjandi hava okkurt gott við sær at leggja á, so sum kjøt, pylsir, búffar o.t.
Bátafelagið setur stórt tjald upp á økinum við felagsneystið, har søla av kaffi, te, køku, sunkist og góðgæti fer fram. Eisini verður søla av lutaseðlum við 7 góðum vinningum á, sum drigið verður um millum kl 19 og 20.
Eftir kl 17 verður felagssangur við harmoniku og gittara fylgispæli í tjaldinum.

Børnini fáa høvi til at rógva sær ein túr í árabátum, í bátahylinum. Onkur vaksin er við í bátinum eisini.

Bátafelagið á Bakka bjóðar øllum at vera sera vælkomin. Tey sum koma við báti, hava góðan møguleika fyri at liggja væl við bátabrúgvarnar. Til tey sum koma við bili, har eru nógv parkeringspláss á havnalagnum á Bakka.

Fleiri gestir koma, hugnaligari verður tað, tí ynskja vit so nógv vitjandi sum møguligt til okkara tiltak.

Við bátakvøðu
Bátafelagið á Bakka, Glyvrar