HEIM
30.05.2018

Tí havsins gáva reiða kann mangt borð

Røða, sum Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri helt, tá Runavíkar kommuna fekk handaða nýggju bryggjuna undir Høgabóli.

Fá lond og menniskju eru so tengd og treytað av havinum sum føroyingar. Vit komu uttan av havi, búgva mitt í havinum og liva fyri stóran part av tí sum fæst úr havinum. Av fleiri hundraðtals túsund tonsum av svimjandi tilfeingi og fyri helvtarmun av aldum fiski úr vakstrarringum á firðum, sundum og vágum. 275 túsund ferkilometrar av havvídd, eitt ørandi stórt basseng og eitt av heimsins minstu londum í vídd, tað er okkara ogn í hesum heimi. Spísikamarið so trivaligt, at røkja vit tað til lítar, verður tað ikki svongdin, sum koppar okkum í bræði ella nakrantíð.

Ein segði mær frá Líggjasi við Gjógvará, tiltikin útróðrarmaður í Fuglafirði, at hann var so grammur at veiða, sjálvt á ellisárum, at hann ynskti at flóta við teimum yngru bara klúgvandi var. Eitt kvøldið kom ein teirra á gátt, og boðaði honum frá, at teir vandaðu veður, vóru setstir aftur. Tá helt hin gamli fyri: “Fyrr vendu vit aftur fyri veður, vit settust ikki aftur.” Jóannes á Fløtunum í Lamba skuldi siga, at hann, ið ongantíð vendi aftur av útróðri, orsakað av ringum líkindum, hann hevði róð ov lítið út og glyvramenn plagdu at siga frá eini ringari ferð hjá Andreasi í Kálvhúsinum og synunum. Teir høvdu fingið heilt væl av fiski, so segði hann, tað lá til slagið, men hann øtlaði nú veðrið. Gamli mundi vita, hvat ið var undir uppsigling. Hann togaði treystliga í árarnar, meðan teir yngru royndu at rokna seg fram til, hvat virði mundi fara at vera av veiðini, táið avreitt varð. Tá letur brádliga úr Andriasi: “Eg rokni ikki, eg bara rógvi!” Hvør skal siga, tað var nóg tíðliga at gera veiðina upp, táið teir høvdu slitið upp land.

Hesir, sum løgdu lunnarnar undir vælferðarsamfelagið Føroyar, livdu í pakt við natúruna. Har var onki val, hvør dagur bar í sær stríðið fyri at yvirliva. Materielt. Tað ráddi um hjá hesum natúrunnar børnum sum frægast at skáka megina í natúruni, at leggja á miðini og at meta um veður og vind. Seinri gjørdist alt meiri kompliserað, vælferðin vaks til tað mætasta í heimi, og tá varð tørvur á bæði rógvarum og roknarum.

Ímillum hesar báðar tíðarrokningarnar – og tað snýr seg bara um stórthundrað ár, liggur tøknin. Størsta paradigmuskiftið er, táið motorarnir loysa árarnar av. Fyrst í bátum og síðani kemur veruliga framtøkan við fiskivinnusamfelagnum – skipini koma til landið. Búnaðarlandið mettaði ikki fleiri enn nakrar fáar túsund føroyingar – nú metta veiði og framleiðsla væl meiri enn hálvthundrað túsund menniskju. Sum ein bygdarmaður mín tók til: “Landið er lítið, men havið er stórt – og í tí eiga vit nógmikið av rásarúmi.”

Frá at bøur og hagi høvdu verið lív og lunnindi mansins, gerst sævarmálin nú hitt trafikala vegamótið. Vaksandi flotin og alt størru skipini kravdu meiri tryggleika enn hann, sum fanst í útriðini, á útróðrarplássunum, har stytst var at rógva á miðini. Føroyingar fara undir at brúka firðirnar og góðu havnirnar. Klakksvík, Sørvág, Vestmannahavn, Vágsfjørð, Trongisvágsfjørð og Skálafjørð. Í okkara føri var virksemið spjatt kring allan fjørðin. Á Skála, á Skipanesi, í Søldarfirði, á Kópaskeri undir Lambareiði, á Glyvrum og í Heiðunum. Júst um hesa leiðina, her vit nú standa, byrjaði Símun á Høgabóli sítt stórvirki, og hann bygdi sjálvur neyðugu bryggjurnar, sum nú liggja undir asfalti og betongi nakað innari í økinum. Eitt dømi um at einstaklingar og partvíst myndugleikar hesi árini hava skilt, at skuldi gróður og mennandi vøkstur vera, ráddi um at styrkja maritima vegamótið – havnaløgini.

So hvørt sum tørvur og ráð hava verið, er bygt út. Og tey sum hava havt kommunukassan í varðveistlu hesi árini hava tíbetur skilt, at lívið í stóran mun kom frá bryggjukantinum og niðaneftir. Ikki øvut. Har lá botnurin undir búskaparligu transformatiónini út í alt fleiri og aðrar vinnukrókar og stovnar. Smiður, krambúðir, tænastufyritøkur, skúlar, ansingarstovnar, savningarstøð til mentan og sosiala samveru, ítróttarvøllir og hallir. Alt kemur onkursvegna úr havinum, vit hugsa kanska ikki so nógv um hetta í gerandisdegnum, men tann dagin hóttafall kemur á, ávirkar hetta gerandisdagin hjá okkum øllum í ólukkumáta. Tað eru bara nøkur fá ár síðani at flakavirkið lat aftur, og trolararnir lógu svínabundnir í mánaðir. Tað var ein døkk tíð í økinum, her var gravarfriður, ongin glæma úr flakavirkisgluggunum, og lítið hugaligt var tað tá at virka sum nýsettur havnarmeistari við hesar bryggjur. Tað var lítið meiri enn at uppilagstir fiskimenn troystaðu sær at fara ein keitúr, her var ongin fiskaluktur, onki sjóð frá motorum, ongin roykur, onki hurr frá trukkum og ongar virkisfúsar flakakonur. Advokatarnir í høvuðsborgini stríddust um rovini, men tíbetur fanst ein loysn á hesum eisini. Vælsaktans tí at kapitalurin hevði álit á arbeiðsmegini í økinum.

Vit liva og yvirliva ikki av almennum funktiónum – tað hava vit prógvað. Her finst at kalla onki alment virksemi. Kortini hevur vøksturin verið størri enn flestu aðrar staðir í landinum. Hann, ið ikki livir av at umsita onnur, hann livir og yvirlivur av virksemi. Frumvinna og framleiðsla er eitt, men neyðugt er støðugt at taka hædd fyri øðrum trivnaðarparametrum, og í so máta eiga tey, sum frá tíð til aðra ráða fyri borgum í kommunala demokratinum, at hava sær hina sosialu verkfrøðina fyri eyga í samfelagshugsanini. Menniskjað livir ikki longur av breyði eina. Langt frá tí. Hvør einstakur gevur sítt íkast til samfelagið, men krevur harafturímóti, at tilboðini til børn og eldri gera gerandisdagin so smidligan og gevandi sum gjørligt. Hetta krevur ein politiskan myndugleika, sum liggur í broddi fylkingar og hugsar nakað væl fram um nøsina, í mun til hvussu tørvurin fer at vera, og ikki bert hvussu hann er, tá hesin kemur leypandi stein av steini á hvørjum morgni, táið sólin rísur úr havi.

Býráðið, ið sat undan hesum, tók avgerðina um at fara undir hesa verkætlanina, sum í dag stendur liðug. Sitandi býráð hevur av fullum huga stuðlað undir verkætlanina, semja hevur verið um, at hesin parturin av havnagerðini skuldi fáast frá hondini sum skjótast.

Hendan verkætlanin hevur ligið í tveimum pørtum. Ynski var, at dýpið fram við hesari bryggjuni varð 12 metrar, og táið neyðugt var at spreingja hellu burtur í støðum, fyri at røkka málinum, var sáttmáli gørdur við Spf. Rókina um hetta á sumri í 2016. Fyri slakar tríggjar milliónir krónur varð dýpt her í økinum og inni á Bakka á Glyvrum, fyri at gera rúm fyri skipunum sum sigla til og frá stóru verksmiðjuni hjá Bakkafrost. Seinri, hin 7. november 2016, var sáttmáli undirskrivaður um gerð av hesum havnarlagi, sum í dag verður handað Runavíkar kommunu. Arbeiðið varð boðið út og Rókin & Munch Civil Engineering á Glyvrum lótu inn lægsta tilboðið. Upprunaupphæddin var góðar 36 milliónir krónur. Tað hevur gingist væl við arbeiðnum, ja, væl betri enn væntað og ætlað. Vit eru væl frammanfyri tíðarætlanina, - arbeiðstakaranum og býráðnum fyri at takka, sum hevur hugsað stórt í málinum við einari eykjáttan seinasta heyst soleiðis, at útbyggingin ikki kom í drag av skeivari fíggjarligari periodisering.

Runavíkar havn hevur í mong ár verið í stórari menning – hetta sæst í hagtølunum. Tað er meiri enn so komið fyri, at rúm ikki hevur verið fyri øllum teimum skipum, ið hava ynskt at frekventera havnina. Bøtt verður um hetta við hesi bryggjuni, og ikki minst gerast vinnumøguleikarnir væl trivaligari, nú grót verður flutt inn í økið úr Eysturoyartunlinum, sum skapar víddirnar og eitt rásarúm, sum frameftir verður grundarlagið undir munandi ekspansión niðri við maritima trafikala vegamótið.

Samlaði kostnaðurin var mettur til áleið 40 milliónir krónur. Onkrar avbjóðingar og broytingar í arbeiðnum hava borið við sær, at samlaði kostnaðurin ídag liggur ímillum 43 og 44 milliónir krónur. Hetta svarar til áleið 2 hundrað túsund krónur fyri meturin av atløgusíðu við 12 metra dýpi. Tilvitað vóru ravmagn og asfalt ikki partar av útbjóðingini, hóast fyrireikingarnar eru gjørdar, og støða skal nú takast til, hvussu hendan endaliga snaringin skal fáast undir land.

Tað eru nógvir partar, ið skulu takast í eið, táið ein verkætlan sum hendan skal fremjast í verki. Mong eiga harvið eina tøkk uppiborna. Í dag fari eg vegna Runavíkar kommunu at takka okkara tøkniligu deild fyri ágrýtni hennara í málinum. Býráðunum, ið samfelt hava staðið aftanfyri verkætlanina, Landsbyggifelagnum fyri eftirlitið og arbeiðstakaranum Rókini og Munch fyri valaverk - og ikki minst fer tøkkin til tykkara, ið hava lagt nógv fyri, soleiðis at sum mest fekst burturúr tí stóra tali av arbeiðstímum, ið brúktir eru fyri at fáa hetta neyðuga undirstøðukervi undir land. Tykkara er størsti heiðurin.

Fyri at gera samberingar frá tíð til aðra, so kann nevnast, at júst hetta økið, her vit nú standa, rýkur av vinnumentan. Hin navnframi Símun á Høgabóli virkaði her, og fyri smáum 90 árum síðani heitti hann á arkitektin H.C.W. Tórgarð, faðir at Axeli presti og øðrum navnframum monnum, um at tekna sær eitt turkihús. Farið varð undir at turka fisk í húsinum í 1931. Har kundu turkast eitt túsund tons av fiski um árið, og var hetta ímillum tey stóru turkihúsini í landinum um tað mundið. Turkihúsið kostaði 60 túsund krónur, og til hetta lænti hann 15 túsund krónur úr Fiskaríbankanum. Eftir at húsið var liðugt, skipaði Símun fyri at ein brúgv varð gjørd undir turkihúsinum, soleiðis, at sluppir, skonnartir og damparar kundu leggja at. Hann borgaði alt úr egnum lumma.

Stórabrúgv, sum hon varð rópt, var gjørd á tann hátt, at betong varð fylt í hessianposar, sum vórðu loraðir niður til kavaran, sum so laðaði grundina undir brúnni frá botni og upp undir vatnskorpuna. Síðani var grót fylt í. Tað, sum var oman fyri vatn, varð síðani stoypt í fulla hædd við formum. Dekkið á brúnni bleiv esini stoypt, og tað var Askham sum gjørdi kavaraarbeiðið. 88 bygdir í Føroyum fingu almennan stuðul til brýr og lendingar frá 1888 fram til 1939, og Símun fekk ikki eina krónu av hesum stuðli. Kortini ognartók almenni myndugleikin brúgvarnar miðskeiðis í 50´árunum, uttan endurgjald, og eftir tað mátti virkið hansara gjalda fyri at liggja og uppskipa við tess egnu brúgvar.

Hendan lítla øldin hevur prógvað, at menningin ongantíð steðgaði aftur og framvegis bendir alt á vøkstur og menning í økinum. Umstøðurnar eru til at liva og at yvirliva, og fólkið fjølgast. Runavíkar havn er í vøkstri, m.a. her undir Høgabóli, og fólkatalið stendur í vøkstri. Alskyns vinna blómar – á sjógvi og á landi, og vit sum fyri eina tíð eru vald at ráða yvir tykkara skattapeningi, royna sum frægast at búgva kommununa til eina uppaftur meiri spennandi framtíð.

Bryggjan – ella havnarlagið – sum vit fáa handað í dag, er fíggjað umvegis skattin, men myndin kann eisini snarast soleiðis, at nettoyvirskotið hjá Runavíkar havn síðani 2010 hevur júst verið ájavnt við kostnaðin av hesi nýggju bryggjuni, sum verður kommunalur ognarlutur ídag.

Ella sum Nancy Vesturbú, sála, yrkir í Skálafjarðarsanginum:

Eitt høvuðspláss er Runavíkar havn,
har mangt umskipast fólkinum til gavn,
tí havsins gáva reiða kann mangt borð,
á sjógv og landi skapast betri kor.

Hjartaliga til lukku við nýggja havnarlagnum øllum somul, við ynskinum um, at havnameistarin og stabur hansara fær uppaftur meiri lív og virksemi í økið, øllum til frama.