HEIM
18.09.2017

Thyborøn vitjar Runavíkar kommunu

Eitt størri ferðalag úr Thyborøn - sum liggur í norðara partinum av Vestur Jútlandi - vitjar í Føroyum í hesum døgum. Tey, sum manna ferðalagið, umboða fyri tað mesta havnamyndugleikarnar og vinnulívið, sum er staðsett í býnum. 19 fólk eru í hópinum, ferðaleiðari er Ingigerð á Trøðni, og endamálið við ferðini er serliga at fáa eina kunning um, hvat fyriferst í føroyskum havnum og í føroyskum vinnulívi í hesum døgum.

Vitjanin byrjaði á Bakkafrost, har Kári Egholm Jacobsen, virkisleiðari, sum eisini er vinnu- og havnanevndarformaður í Runavíkar kommunu, greiddi frá fyritøkuni og gerandisdegnum á nýggja virkinum á Glyvrum. Ferðalagið fekk eisini høvi til at skoða framleiðsluna, frá tí at laksurin kemur svimjandi inn á virkið, haðartil hann annaðhvørt er búgvin til útflutnings í portiónum ella sum heilur fiskur. Eftir tað var farið ein keitúr, har tað m.a. varð hugt at útbyggingini av havnarlagnum og flakavirkinum hjá Faroe Origin. Eftir tað greiddi borgarstjórin í býráðssalinum donsku gestunum frá hvussu Runavíkar kommuna er samanskrúvað og hvønn týdning havnaløgini í teimum ymsu bygdunum hava fyri kommununa.

Í Thyborøn búgva góð 2 túsund fólk og býurin liggur við fjarðarmunnan á Limfjørðinum út til Vesturhavið. Thyborøn er partur av Lemvig kommunu. Býurin er sum fleiri býir í Føroyum vaksin frá havnini og niðaneftir. Fyrsta havnabyggingin varð framd fyri áleið 100 árum síðani og Thyborøn havn er ídag millum størstu fiskivinnuhavnir í Danmark. 110 fiskiskip eru heimahoyrandi í Thyborøn og máta tey tilsamans áleið 15 túsund bruttotons.

Eitt sermerki við býnum er stóri skansin, ið týska hermegin bygdi undir seinra heimsbardaga og sum er ímillum størstu verndarvirki, ið teir bygdu um tað mundið. Hann skuldi verja vestaru innsiglingina til Limfjørðin, og har finnast 66 stórir og 40 smærri bunkarar og støður til goturstykki.