HEIM
28.06.2008

Thor Omega sjósettur á Skála

Stutt eftir klokkan 10 varð nýbygningurin loystur og setti mest sum í somu løtu stevnið út úr hurðagapinum og fór so hábærsligur omaneftir bedingini og út á sjógv

Í góðveðrinum í morgun varð seinni nýbygningurin hjá Thor í Hósvík, Thor Amega, sjósettur á Skála. Hetta er samstundis nýbygningur nr. 57 á Skála Skipasmiðju.
Væl av fólki var samankomið til hátíðarløtuna, og áðrenn skipið varð sjósett, søgdu Mouritz Mohr, rakstrarleiðari og Thormund Johannesen, verkætlanarleiðari á Skála Skipasmiðju, nøkur orð.
Skipasmiðjukórið setti eisini sín dám á við sangi.
Stutt eftir klokkan 10 varð nýbygningurin loystur og setti mest sum í somu løtu stevnið út úr hurðagapinum í byggihøllini og fór so hábærsligur omaneftir bedingini og út á sjógv.
Alt gekk væl, og tá Thor Omega hevði ligið eina løtu úti á vánni, varð hann sleipaður aftur til bryggju, har høvi var at hyggja umborð.
Nakrir bátar lógu eisini út fyri Skála Skipasmiðju og fylgdu løtuni í frálíka veðrinum við bakandi morgunsól.
Eftir sjóseting bjóðaði Skála Skipasmiðja til pinnamat og okkurt leskandi, samstundis sum Skipasmiðjukórið aftur setti sín dám á við sanginum "Dýrd á vík og vág…"
Hetta er sum nevnt seinni nýbygningurin, sum Thor í Hósvík letur byggja á Skála. Hin fyrri, Thor Alpha, varð navngivin og latin eigarunum tíðliga í hesum árinum.
Hesi bæði veitingarskipini til oljuvinnuna eru systurskip, 55 metrar long og 13 metrar breið.
Um ein lítlan mánaða fer skipið niður til Assens í Danmark, har tað verður sandblást, metalliserað og málað, og sambært sáttmálanum verður Thor Omega latin eigarunum 14. september í ár.