HEIM
23.03.2017

The Islands and the Whales í Løkshøll sunnukvøldið kl. 20

Sunnukvøldið 26 mars kl. 20 verður høvið at síggja altjóða filmin um grindadráp, The Islands and the Whales, í Løkshøll. Tað er skotski filmsmaðurin Mike Day, sum hevur gjørt filmin.

Filmurin, sum lýsir føroyska grindadrápið og avleiðingar av havdálking, er ikki heilt ókendur í Føroyum. Filmsliðið hjá Mike Day hevur verið í Føroyum í fleiri ár og tikið upp.

Atgongumerki á 80,- kr. eru til keyps við dyrnar.

Sí trailarin fyri filminum niðanfyri.

30 seconds The Islands and the Whales.mp4