HEIM
01.05.2017

Tekniskur leiðari og rakstrarleiðari

Runavíkar kommuna setti hin 1. apríl í ár civilverkfrøðingin Lars Christian Kirkegaard í starvið sum leiðari á Teknisku deild og tekniska økinum hjá kommununi. Hann er 47 ára gamal og hevur lisið á Danmarks Ingeniørakademi 1990-94 og Danmarks Tekniske Universitet og Delft (Lærdur tekniskur háskúli í Hollandi) árini 1994-96. Lars hevur drúgvar royndir frá ymiskum verkfrøðiligum verkætlanum, og síðani 2009 hevur hann starvast hjá COWI sum prosjektleiðari. Hann er dani giftur í Føroyum, og er harvið væl kunnaður um føroysk viðurskiftir.

Í dag – 1. mai – er Bergur Didriksen settur í starv sum rakstrarleiðari á tí tekniska økinum. Eftir umskipingina av tí tekniska økinum fyri kortum, varð søkt eftir einum rakstrarleiðara, at leiða tað praktiska arbeiði, sum Tekniska deildin varðar av og stendur fyri. Starvið er staðsett á Lambareiði. Bergur Didriksen er giftur og býr á Skála. Hann er avlærdur skipsverkfrøðingur frá Helsingør Teknikum, ið nú verður rópt DTU. Seinastu árini hevur hann verið í starvi sum verkfrøðingur hjá Sjóvinnustýrinum.