HEIM
13.02.2013

Tekniska nevndin á útferð

Stutt eftir at nývalda býráðið hevði tikið við á nýggjárinum, varð á fundi í teknisku nevndini avrátt, at nevndarlimirnir skuldu fara eina útferð í kommununi, fyri at síggja tær mest vitalu funktiónirnar á økinum, sum hendan kommunalpolitiska nevndin varðar av. Í dag varð hendan ætlan til veruleika, og nevndin hevur vitjað á Gerðisvegi í Saltangará, har umbótir verða gjørdar, fyri at dagføra farleiðina. Haðani var farið niðan á Vatnverki á Leitisvegi, har vatnmeistarin, Hermann á Líknargøtu, greiddi frá verkinum og vatnviðurskiftunum í kommununi sum heild. Síðani var farið inn á Lambareiði, har vegadeildin heldur til á ovaru rók í gamla grótbrotinum og leiðarin, Bjarni Kjeld, greiddi frá teirra virkisøki. Haðan var farið inn í Funningsfjørð, har gongd er komin á spillivatnsætlanina og har útbyggingar annars eru á havnafrontinum í samband við tað mikla virksemi, sum er á havnarlagnum í bygdini, eitt nú við aling, útróðri og plattaframleiðslu. Seinasta vitjanin var á vatnverkinum í Skálafirði. Samanumtikið ein frálík byrjan til tess at síggja og fáa eina fatan av, hvat verkliga grundarlagið hjá politisku/teknisku nevndini er í víðfevndu kommununi.

Á myndini síggjast teir tríggir limirnir í Teknisku nevnd, frá vinstru: Karl Rasmussen, Skála, Hallur Ellingsgaard, Oyndarfirði, og Tórbjørn Jacobsen av Glyvrum og formaður nevndarinnar.