HEIM
27.07.2016

Tekja skúlan á Glyvrum

Einaferð var skúlin á Glyvrum millum fremstu og størstu skúlar í landinum. Hann er bygdur í 1958. Eftir at nýggi skúlin við Løkin varð bygdur, bæði hin niðurtikni og hin núverandi, fekk Glyvra skúli ein annan leiklut enn frammanundan. Nú hýsir hann øllum næmingunum í økinum frá 0. til og við 3. flokk.

Fyri at halda skúlan í góðum standi er kommunan farin undir eina umvælingarætlan, sum í fyrstu atløgu snýr seg um at leggja nýggja tekju á skúlan. 1 millión krónur vóru settar av á fíggjarætlanini 2016, og tá tilboðini komu inn, átti KBH lægsta boðið, sum táttaði í eina millión. Tað gongst væl við arbeiðnum, sum verður liðugt seinri í summar.