HEIM
02.07.2015

Team Rynkeby Føroyar vitja í Runavík

Í dag kl. 14.30 vitja Team Rynkeby Føroyar í Runavík. Ferðin hjá súkklarunum byrjar í Klaksvík kl. 12.30 og verður steðga ymsastaðni á vegnum til Havnar, har fari verður umborð á Norrønu og kósin síðani sett móti París.

Í Runavík steðga súkklararnir við kommunuskrivstovuna, har Torbjørn Jacobsen, varaborgarstjóri heldur røðu. Eftir steðgin í Runavík er skráin víðari hendan: 

Kl. 15.20: Keldan í Skálabotni. Vertur: Sjóvar kommuna
Kl. 16.10: Bygdarhúsið í Hósvík. Vertur: Sunda kommuna
Kl. 18.00: Móttøka, røður og undirhald í Østrøm. Vertur: Krabbameinsfelagið.