HEIM
06.07.2016

Team Rynkeby Føroyar á vitjan í Runavík kommunu

Súkklarnir í Team Rynkeby Føroyar vitja Runarvíkar kommunu hósdagin 7 juli kl 14:10. Ferðin hjá súkklarunum byrjar í Klaksvík kl 11 og verður stegða ymsastanið ávegis til Havnar, áðrenn fari verður umboð á Norrønu, har leiðin gongur til París.

Í Runavík stegða súkklarnir við kommunuskrivstovuna, har borgarstjórin sigur nøkur orð og Jóanes S Hansen spælir nøkur løg. Eisini koma barnagarðsbørn at taka ímóti súkklarinum við fløggum. Okkurt lætt ábit og drekkandi verður at fáa á kommunuskrivstovuni.

Endamálið hjá Team Rynkeby er at stuðla bardaganum ímóti barnakrabba, við at savna pengar inn í Danmark, Svøríki, Finnlandi, Noregi og Føroyum.

Skráin fyri dagin hjá Team Rynkeby fyri dagin er hendan.

Klaksvík klokkan 11, Helnabrekka

Fuglafjørður klokkan 12.45, Mentanarhúsið

Runavík, klokkan 14.10, við býráðshúsið

Streymnes klokkan 15.50, við Margáir

Havn klokkan 18, Reinsaríið