HEIM
09.03.2020

Talv: Innbjóðing til FM fyri einstaklingar 2020

Runavíkar Talvfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2020.

Høvuðsstuðul er Runavíkar kommuna.

Kappingin
Kappingin verður í Løkshøll í døgunum 05. – 11. apríl 2020.

Telvað verða 7 umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sekund løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

Átta teir hægst rataðu telvararnir telva í landsliðsbólkinum.

Næstu átta hægst rataðu telvararnir telva í 1.bólki, og hinir telva í almenna bólkinum.

Í unglingabólkinum verður telvað um heitið unglingaføroyameistari 2020.

Víst verður annars til meginreglurnar hjá TFS fyri FM.

Allir bólkar telva soleiðis:

1. umfar Sunnudagur 05. apríl kl. 14.00
2. umfar Mánadagur 06. apríl kl. 17.00
3. umfar Týsdagur 07. apríl kl. 17.00
4. umfar Mikudagur 08. apríl kl. 17.00
5. umfar Skírishósdagur 09. apríl kl. 14.00
6. umfar Langi fríggjadagur 10. apríl kl. 14.00
7. umfar Leygardagur 11. apríl kl. 14.00

Børn og veteranar
Skírishósdag verður skipað fyri óalmennum FM fyri børn. Hesin bólkur er fyri børn og ung í skúlaaldri, og sum ikki hava rating. Telvt verða 7 umfør á 15 min (kviktalv).

Eisini verður ein Veteran bólkur. Hesin bólkur er fyri telvarar, ið eru 50 ár ella eldri. Hesir telva Langa Fríggjadag og leygardagin. Umhugsunartíðin er 25 min + 5 sek leik.

Luttøkugjald
Luttøkugjaldið er 200 kr. fyri allar vaksnar luttakarar. Luttakarar í unglingabólkinum gjalda 100 kr.

Heiðurslimir luttaka ókeypis.

Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto

6460 – 1553706 hjá Talvsamband Føroya í seinasta lagi mikudagin 01. apríl.

Við tilmelding skal upplýsast: FM 2020, navn og bólkur.

Luttøkugjaldið í barna- og veteran bólkunum er 50 kr, og tilmeldast skal í seinasta lagi mikudagin 08. apríl kl. 18.00.

Møguligir spurningar kunnu stílast Finnbjørn Vang tel. 221422 ella við teldubrævi til snarbjorn@hotmail.com

Vinningar
Landsliðsbólkurin:
Nr. 1 – 6.000 kr.
Nr. 2 – 3.000 kr.
Nr. 3 – 2.000 kr.

1. bólkur:
Nr. 1 – 2.000 kr.
Nr. 2 – 1.500 kr.
Nr. 3 – 1.000 kr.

Almenni bólkurin:
Nr. 1 – 1.500 kr.
Nr. 2 – 1.000 kr.
Nr. 3 – 500 kr.

Unglingabólkurin:
Nr. 1 – 1.500 kr.
Nr. 2 – 1.000 kr.
Nr. 3 – 500 kr.

Steyp verða latin til nr. 1 í øllum bólkum, og harumframt verða heiðursmerki latin til nr 1, 2 og 3 í hvørjum bólki.

Vakurleikasteyp verður latið fyri vakrasta talvið.

Í landsliðsbólkinum og unglingabólkinum verður umdystur leiktur, um tað stendur á jøvnum um 1. pláss. Umdysturin verður telvaður beint eftir síðsta umfar eftir nærri ásettum reglum.

Í øllum øðrum førum verður korrektión brúkt, tá ið tað stendur á jøvnum.

Føroyameistarin vinnur rættin til at verða við á OL liðnum, umframt at luttaka vegna Føroyar í Small Nations fyri einstaklingar.

Corona-smittan
Fyriskipararnir taka øll neyðug fyrilit og fylgja tilmælunum frá heilsumynduleikunum. Fylgt verður við gongdini og møguligar broytingar viðv. kappingi kunnu fyrikoma.

Við talvkvøðu

Runavíkar Talvfelag og Talvsamband Føroya