HEIM
19.06.2019

Takk fyri eina góða Eystanstevnu

Seinastu skeltini fóru niður í dag, mikudagin eftir Eystanstevnuna 2019 og eftir sita nakrir stoltir fyrireikarar sum ynskja at takkum øllum, sum so ella so hava tikið lut í fyrireikingararbeiðinum.

Tað er einki tiltak á árinum, sum merkist líka væl millum manna á eystara armi á Skálafjørðinum, sum Eystanstevnan. Flestu fólk í økinum hava fingið ein uppgávu (helst fleiri) og flestu fólk taka lut og eru virkin so ella so.

Øll hjálpa til. Treystliga finna tey uppá, hjálpast at, og seta í verk.

Eystanstevnan var so sera væl vitja í ár og ynskja fyrireikarar somuleiðis at takka øllum sum hava verið á Eystanstevnu 2019.