HEIM
11.01.2011

Takið lyfti seg á Løkshøll

Fríggjakvøldið 7. januar undirhelt Anna Faroe saman við fleiri av landsins bestu tónleikarum í eini nærum fullsettari Løkshøll. Anna segði seg vera sera fegna, tá hon sá, at umleið 300 fólk høvdu leitað sær til Runavíkar, hóast konsertin bleiv fyrireikað í síðstu løtu, og veðrið avgjørt ikki var til vildar. Eisini áhugavert at síggja, at allir aldursbólkar vóru umboðaðir millum áhoyrararnar.
Hóast Hjalti Joensen, guitar, og Høgni Klakkstein, trummur, bert høvdu fáar dagar at savna tónleikararnar, og hesir ikki høvdu spælt løgini fyrr, fekst tú á konsertini kensluna av, at hetta vóru tónleikarar, sum vóru vanir at spæla saman við Annu. Eyðun Johannesen og kanska serliga Gunnar Guttesen brilleraðu við hegnisligum spæli á ávikavist bassi og flygli.
Anna dugir sera væl at leiða áhoyrararnar inn í sín egna heim, hvørja ferð hon syngur eitt lag. Men tú møðist ikki av hesum, tí hon fær teg alt fyri eitt niður á jørðina aftur millum løgini. Ein av stóru løtunum á konsertini var, tá hon setti seg á ein krakk og sang Make You Feel My Love hjá Adele.
Anna sang 18 løg á konsertini, og av hesum vóru 10 av fløguni hjá henni. Tvey løg sang hon saman við Jans Marna, og tá tey bæði trivu í When You’re Gone hjá Brian Adams, lyfti takið seg á Løkshøll, og fleiri høvdu ynskt sær eitt aftrat úr somu skuffu. Sum kryddarí hevði Anna kórið Vox við sær á pallin, og hóast ljóðblandið var ivasamt, so settu tey sín dám á, serliga tá tey at enda framførdu Walking On Fire.
Spennandi at hoyra hvat Anna Faroe hevur at bjóðað uppá framyvir!