HEIM
18.06.2018

Tað er rúmsátt í Runavík

Røða, sum Jastrid Weihe helt á midnáttarsamkomuni á Eystanstevnu 2018 í skótahúsinum við Løkin leygarkvøldið 16. juni:

Gott kvøld allir stevnugestir

Eg vil fyrst takka fyri, at eg eri biðin um at halda midnáttarrøðuna.

Ja, nú er eystanstevnan 2018 komin so langt, at tað er blivið leygarkvøld, og kunnu vit síggja aftur á eina væleydnaða stevnu, har tað hevur verið ein góð skrá, sum byrjaði hósdagin. Fríggjadagin var so setan og Syngið við, og í dag hevur verið kappróður, fótbóltur og sum nakað heilt nýtt Bylgjuland. Og nú í kvøld er so Skótahúsið karmur um felagssang, kórsang og midnáttarrøðu og um eina løtu byrjar dansurin her í Skótahúsinum. Í morgin verður kappsigling og á øðrum sinni Runutusk.

Tað, at fáa sett eina stevnu upp, er ikki bara ein sjálvfylgja.

Í ár kallaðu Kunningarstovan og kommunan inn til stevnufund, og sýntist tað at vera lítil áhugi ímillum feløgini at fara til verka. Men eftir at hava fundast aftur og fram, var komið fram til at royna ein nýggjan leist, har avgjørt varð, at vit skuldu brúka tey hølir, sum eru í kommununi - og brúka lokalar kreftir at gera tiltøkini. Og tað má av sonnum sigast at vera væl eydnað. Vit hava so góðar karmar við Løkshøll, Bylgjuni, fótbóltsvøllinum og Skótahúsinum, og inni á Bakka við kappróðrarneystinum og húsinum hjá Bátafelagnum.

Men hóast góðar karmar, krevst, at feløgini og kommunan arbeiða saman fyri at fáa tiltøkini at eydnast, og her má sigast, at kommunan altíð vísir stóra vælvild yvir fyri feløgunum og av sonnum vil veita ítróttinum góðar karmar.

Tað er rúmsátt í Runavík. Í 1980, tá eg var 22 ára gomul fingu eg og maðurin eitt barn við Down Syndromi. Tá var tað rættuliga óvanligt at síggja menningartarnað og rørslutarnað í Runavíkar kommunu og í Føroyum yvirhøvur. Tá ið læknin kunnaði meg um, at okkara barn hevði down-syndrom, mátti eg biðja læknan um at vísa mær eina mynd av, hvussu fólk við down-syndromi sóu út.

Í 1982 lat Kongshavnar barnagarður- og vøggustova upp, og har byrjaði okkara barn í vøggustovu í 1982. Frá byrjan av komu børn við serligum tørvi til Runavíkar kommunu á dagstovn, tí bygdirnar kring okkum høvdu ongan dagstovn. Síðani hevur tað gingið við rúkandi ferð. Nú er tað heilt vanligt, at vit hava bæði børn og vaksin við serligum tørvi allastaðni, har sum vit øll onnur eru, og halda vit, at tað er ein sjálvfylgja, at so er. Men hetta er nakað serstakt fyri Runavíkar kommunu. Og nú hava tey við rørðslu- og menningartarni sítt egna ítróttarfelag her á staðnum, ítróttarfelagið Svanur.

Nakað, sum eg kundi hugsað mær, at vit her á staðnum dugdu betur, er at passa upp á og hjálpast í ferðsluni.
Ein morgunin, eg hevði koyrt ommusonin inn í Glyvra skúla og var á veg til húsar aftur, stendur ein bilur eitt sindur tvørt fyri uttan fyri Betri banka. Eg hugsi beinan vegin, at eg skal líka steðga, so at sjaførurin fær sett bilin inn á parkeringsplássið. Men tað er ikki meira enn, at eg tori at slakka av, tí eg eri bangin fyri bilinum, sum er aftanfyri meg. Eg geri tað kortini, og bilurin sleppur inn á parkeringsplássið.

Her á staðnum sýnist tað, sum tað er sera týdningarmikið at sleppa fyrst. Einki við líka at slakka av, steðga á, og bjóða einum bili inn á vegin frá einum síðuvegi.

Fyri nøkrum árum síðani var eg og vitjaði systkinabarn mítt í Japan. Tá upplivdi eg nakað heilt annað enn her. Tá hann brúkti floytuna, var tað fyri at bjóða einum bili at koma út úr parkeringsbásum, ímeðan hann bíðaði. Tað var ófatuligt og stórt at síggja, hvussu høfligir japanarar vóru í ferðsluni. Her hava vit her á staðnum nógv at læra.

Eg vil siga, at tað er stórur munur á at sita í nevnd og gera nevndararbeiði nú, og tá ið eg um aldarskiftið byrjaði at sita í nevndini í Støkk. Tá brúkti man brævaskifti, so rokningar og øll kunning kom í postboksina. Nú er okkurt hendinga bræv í postboksini, og so at siga øll kunning fer yvir internetið.

Tað byrjaði við mail, fartelefon og sms.
So kom Facebook.
So kom Messenger og nú Snapchat, og Instagram og sikkurt okkurt afturat…

Nú hava flestu eitt telehald við føstum gjaldi, uttan at hugsa um kostnað, har tað til ber at samskifta á ymiskan hátt, og flestu vaksin og børn hava fartelefon, ið er eins og ein telda.

Seinasta vikuskiftið var eg í Budapest til HM í estetiskum fimleiki, har kvinnuunglingar hjá Støkk luttóku. Tær komu í finaluna, og endaðu á einum flottum 10. plássi út av 30 liðum úr øllum heiminum við einum samanlagdum karakteri á 30,45. Tær fingu 14,9 tann fyrra dagin og 15,55 finaludagin. Hesum úrslitinum skulu vit her á staðnum vera sera stolt av, tí eitt so flott úrslit kemur ikki av sær sjálvum.

Á hesum túrinum kom eg at hugsa um, hvussu nógv ferðasambandið og samskiftið erubroytt tey seinastu 20 árini.

Ein, sum var við á ferðini, fortaldi um ein túr, hon fór uttanlands. Tá skuldi hon náa Sam í Vestmanna fyri at koma vestur á flogvøllin. Og ein onnur segði, ja, tá skuldi man senda telegram, tað var vinkonan, sum skuldi giftast uttanlands.

Nú er tað so lætt. Vit lenda í Vágunum, koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin, og ein tíma seinri eru vit í Runavík.

Og tá vit fóru frá hotellinum og sótu í bussinum á veg til flogvøllin í Budapest, sótu venjarar, samskipari og fimleikarar allir og samskiftu við umheimin, ímeðan tey sótu í bussinum:

”Legði tú hatta klippið út á Facebook?”
”Nei”
”Í lagi, so leggi eg tað út nú”.

Ítrótturin knýtir vinabond kring heimin. Eitt dømi er, nú vit vóru í Budapest. Vit vóru farin ein túr at hyggja okkum um, og tá fór at regna av grimd. Fyrst royndu vit at kroka undir einum træi, men vit blivu á kroppi, so sluppu vit at standa inni á landgongdini á einum ferðamannaskipi, sum lá við bryggjuna. Tey umborð royndu at leiga okkum taxa, men allir vóru upptiknir.

Tá regnið minkaði, fóru vit til gongu og komu til eitt parkeringspláss, men tað var framvegis vónleyst at fáa nakran taxa. Men so fór ein, sum var við í ferðalagnum, at spyrja eina konu, sum stóð har við einum Hiace-bussi, um hon kundi koyra okkum heim á hotellið. Tað var gaman í, hóast tað vóru í minsta lagi 15 minuttir at koyra hvønn vegin. Hon tók so helvtina av ferðalagnum við fyrst, og kom so aftur eftir hinari helvtini. Komin á hotellið løgdu vit merki til, at vit høvdu gloymt ein ryggsekk eftir í bussinum. Vit høvdu einki telefonnummar at ringja til, so spenningurin var stórur, hvussu fór at ganga við ryggsekkinum. Men vit máttu fara til næsta tiltak og vóna tað besta. Seinri um kvøldið tá vit komu aftur á hotellið, var ryggsekkurin komin afturíaftur. Henda ókenda kvinnan hevði lagt eitt visit-kort við, so vit kundu kontakta hana á Facebook.

Ítrótturin luttekur í altjóða kappingum, og tosað verður um, at vit eru so lítil, og trupult er hjá okkum at gera okkum galdandi. Men mín meining er, at vit eru eitt ríkt land, har børnini hava tað gott við góðum foreldrum og góðum trygdarneti. Og tí meti eg, at vit við røttu venjing kunnu náa langt, sera langt, - so nú er spennandi at vita hvussu langt vit náa við fimleikinum, men tað er prógvað at nøkur føroysk ítróttarfólk eru nádd upp ímóti hægstu tindum.

Men eingin elita uttan breiddina. Tað skal vera pláss fyri øllum, tí er tað týdningarmikið at fáa fjøldina at íðka ítrótt. Sjálv havi eg altíð gjørt fimleik og tað geri eg enn – við breiddarfimleiki, og ætli at halda fram við tí, so leingi eg orki.

At enda vil eg heita á øll um at standa saman um at stuðla ítróttini, og standa saman um at varðveita Eystanstevnuna, tí saman standa vit sterk.

Framhaldandi góða Eystanstevnu, og takk fyri.

Jastrid Weihe