HEIM
27.06.2011

Sýndu fram fyri sendifólkunum

Seinastu dagarnar hava sendifólk verið á vitjan í Føroyum, og sum áður nevnt, gekk leiðin til Runavíkar mikudagin, har tey, millum annað, vóru boðin til ábit á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi.
Hesa løtuna, tey steðgaðu á Ellisheiminum, var ymiskt á skránni, og millum annað framførdu smágentur í estetiskum fimleiki teirra seriu frá farna kappingarári.