HEIM
22.01.2013

Sýna filmar í Løkshøll

Nú verður møguligt at sýna fram biograffilmar í fimm ára gomlu Løkshøll. Høllin hevur fingið nýggja framkomna biografútgerð. Skíggin, sum fyri fyrstu ferð verður tikin í brúk týskvøldið 29. januar, er tann størsti í Føroyum.

Ein nútímans vørpa og eitt risa lørift er keypt, og nýggja tøknin ger, at sjálvt um myndin er frá lofti til gólv og frá veggi í vegg, er myndin sera klár og góð. Eisini er surround anlegg sett upp, so ljóðupplivilsið er av tí besta.

Fyrsta almenna filmssýningin verður ein stuðulssýning, sum ABC barnahjálp í Føroyum skipar fyri. ABC barnahjálp fer at vísa filmin Oyðimarkarblóma. Filmurin er bygdur á bestseljaran Desert Flower, sum er um kendu fotomodellina, Dirie Waris.

Filmurin hevur verið vístur fyrr, og tá var útselt til tiltakið. Nú verður aftur møguleiki at síggja henda sera sterka og nógv umtalaða filmin á størsta skíggja í Føroyum.

Atgongumerkið á 100,- kr. kunnu keypast á www.loksholl.fo.

EksternLeinkja1: http://www.loksholl.fo