HEIM
11.11.2017

Svimjingarhøll í Runavík

Mælt verður til at áhugað skipa seg í toymi, um áhugi er fyri at taka lut í heildararbeiðstøkukapping, í tveimum stigum, nú svimjingarhøll ætlandi skal byggjast í Runavík.

Runavíkar býráð hevur samtykt at leggja áleið 56 milliónir danskar krónur av á íløguætlan kommununar tey næstu árini, til tað at byggja eina svimjingarhøll, hvørs brigdi verða soleiðis skipað, at talan er um ein høll, ið hýsir tilboðum, sum samanumtikið umboða eina veruliga vatnmentan. Alt er íroknað tær 56 mió. kr. uttan mvg-gjaldið. Verkætlanin verður boðin út í eini heildararbeiðstøkukapping í tveimum stigum. Ætlandi verður vatnmentanarhøllin framd sum framhald av ítróttardeplinum Bylgjan í Runavík.

Runavíkar kommuna heitir á heildararbeiðstakarar um at skipa seg í toymum við arkitekti, verkfrøðingi og lendisarkitekti. Eftir ætlan byrjar heildararbeiðstøkukappingin í februar mánaða 2018.

Táið vinnarin í kappingini er funnin, hevur kommunan í hyggju at gera eina avtalu um heildarabeiðstøku við vinnandi toymið.

Luttøka
Treytin fyri at taka lut í kappingini er, at luttakandi heildararbeiðstakarin er partur av einum toymi við arkitekti og verkfrøðingi. Hartil er tað ein treyt, at ráðgevandi verkfrøðingurin ella annar serfrøðingur hevur royndir við at byggja svimjingarhallir. Øll toymini, ið at hava ætlanir um at taka lut í kappingini, skulu hava serfrøðingar við í hópinum, ið hava skil fyri bygging av hesum slagi, har serlig atlit skulu takast til vatnið, sum er sjálvsagdi parturin av hesi bygging. Viðkomandi skal hava royndir við tilfari og loysnum í svimjingarhallarbygging og hava dygga vitan um byggingarhátt og tey serligu krøv, sum eru um tættleika í slíkari bygging.

Tey, ið ynskja at fáa eina innbjóðing til at taka lut í heildararbeiðstøkukappingini, skulu senda upplýsingar um toymi og aðrar ráðgevarar annars, til pela@cowi.dk í seinasta lagi hin 29. januar 2018. Í umsóknini um luttøku skal fráboðast um, hvussu samband fæst við viðkomandi og neyðugt er við upplýsingum, eini neyvari lýsing av serfrøðingaførleikunum hjá toyminum. Lýsingin skal serliga leggja dent á serfrøðina viðvíkjandi vatnviðgerð, royndirnar við tilfari og loysnum í sambandi við bygging av svimjingarhallum, vitanina um byggingarhátt og serligu krøvini um tættleika í bygging av svimjingarhallum.

Toymini, sum ganga undir krøvini hjá byggiharranum, fáa alt tilfarið um verkætlanina útflýggjað umvegis teldupost. Eftir ætlan verður útbjóðingartilfarið sent hesum hin 21. februar 2018. Sum áður sagt er talingur um eina heildararbeiðstøkukapping í øvutari licitatión í tveimum stigum.

Heildararbeiðstøkukapping – Stig 1
Stig 1 í heildararbeiðstøkukappingini snýr seg um at gera eitt yvirskipað leysligt uppkast, sum við sínum avmarkaðu luttøkukrøvum ber brá av eini opnari kapping. Samsýning verður ikki latin fyri at lata inn uppskot til Stig 1.

Kappingarskráin í Stigi 1 eyðmerkir ætlanina og ger greitt, hvat ið skal latast inn: Støðumynd 1:1000, rúmlig uttanduramynd, sum allýsir dám og samanhang, meginregluætlan 1:200 við tekningum av virkis- og uppihaldsøkjum, rúmlig innanduramynd av týðandi pørtum av verkætlanini og eina styttri lýsing av byggilistarligu høvuðstættunum, hugsanum um virkisføri og uppskoti um yvirskipað val av tilfari.

Endamálið við Stigi 1 er at fáa lýst yvirskipaðu byggiætlanina, at meta um byggilistarliga og tøkniliga førleikan í innkomnu uppskotunum, og at fáa mett um javnvágir og væntanir í mun til tøku víddina og virkisføri í verkætlanini. Uppskotini skulu vera dulnevnd, og metingin tekur støði í byggilist, virkisføri og hugsanum um vatnviðgerð. Uppskotið skal eisini vísa á tilfarsval og loysnir og eini lýsing av, hvussu heildararbeiðstakarin ætlar at medvirka við skipandi og konstruktivum loysnum, serliga í mun til krøv um tættleika og virkisføri í samlaðu verkætlanini. Uppskotini verða eisini mett í mun til fíggjarkarmin, sum Runavíkar kommuna hevur samtykt at nýta til svimjihallarætlanina.

Uppskot til Stig 1 skulu eftir ætlanini vera latin inn í seinasta lagi hin 16. mai 2018.

Eftir at uppskotini eru innlatin verður mett um tey, og síðani verður heitt á úrvaldar uppskotsstillarar at leggja fram uppskot síni fyri valdari dómsnevnd, sum við støði í hesum kjósar tvey ella trý toymi til at fara víðari til Stig 2 í kappingini.

Heildararbeiðstøkukapping – Stig 2
Stig 2 av hesi heildararbeiðstøkukapping fevnir um gerð av einum bindandi tilboði uppá verkætlan og fremjan av kappingaruppskotinum, sum sýnir virkisføri, samanhangir og byggilistarligu høvuðstættirnar í verkætlanini um svimjingarhøll í Runavík.

Toymini, ið verða vald til at fara frá Stigi 1 til Stig 2, fáa eitt skriv, sum ger greitt hvørji evni skulu nágreinast í Stigi 2. Luttakarar, valdir at vera við í Stigi 2, skulu vænta at taka lut á tveimum fundum. Ein samsýning – á 2 hundrað túsund danskar krónur – verður latin fyri at luttaka í Stigi 2, treytað av, at eitt nøktandi uppskot verður latið inn við evsta mark fyri Stigi 2.

Runavíkar kommuna ynskir at gera sáttmála um heildararbeiðstøku við vinnandi toymið um prosjektering. Ítald eru brúkarafundir, endalig verkætling og sjálv byggingin av verkætlanini um svimjingarhøll í Runavík í árunum 2019-2020.

Sagt skal vera frá, at kunnandi fundur verður um verkætlanina fyri áhugaðum heildararbeiðstakarum og arkitektum í Bylgjuni í Runavík miðvikudagin hin 6. desember kl. 10. Ætlandi tekur LOA-grunnurin lut á fundinum, sum kveikjandi partur, nú farið verður undir verkætlanina.

Invitation til deltagelse i totalentreprisekonkurrence - tekst på dansk