HEIM
03.01.2018

Svimjihallarverkætlanin – kunningarsíða

Á hesi síðuni verður ymiskt tilfar um svimjihallarverkætlanina savnað.

11. november 2017 varð innbjóðing til luttøku í heildararbeiðstøkukapping løgd út.

Sí innbjóðingina til luttøku í heildararbeiðstøkukappingini her.

Invitation til deltagelse i totalentreprisekonkurrence - tekst på dansk.

6. desember 2017 varð skipað fyri kunnandi fundi fyri heildarbeiðstakarar og arkitektar í Bylgjuni.

Eini 35 fólk luttóku á fundinum.

Sí framløguna hjá COWI um verkætlanina her. (1,6 mb pdf)

Sí framløguna hjá Lokale- og Anlægsfonden um nýggjastu rákini innan svimjihallarbygging her. (5,5 mb pdf)

Næsta stig í verkætlanini er, at toymi verða skipað við heildararbeiðstakarum, arkitektum, verfrøðingum og svimjihallarkønum.

Tey, ið ynskja at fáa eina innbjóðing til at taka lut í heildararbeiðstøkukappingini, skulu senda upplýsingar um toymið og aðrar ráðgevarar annars, til pela@cowi.dk í seinasta lagi hin 29. januar 2018.

Skjal at skriva upplýsingar um toymið á kann takast niður her. (44 kb docx)

Tann 21. februar 2018 verður kappingartilfarið sent toymunum, og skulu tey lata uppskot inn í seinasta lagi tann 16. mai 2018.