HEIM
05.09.2019

Svimjihallarmálið

Síðani BBP-Arkitektar vunnu arkitektakappingina, um svimjihøll í Runavíkar kommunu, hevur samskifti verið ímillum partarnar. Eftir drúgvar samráðingar var uppskot til avtalu, um neyvætling (deteilprosjektering), á skrá, nú almennur býráðsfundur var hildin seinrapartin í dag. Mentanarnevndin og fíggjarnevndin høvdu viðgjørt avtaluna frammanundan fundinum, og báðar nevndirnar stuðlaðu málinum.

Eitt fullmannað býráð tók á býráðsfundinum einmælt undir við, at borgarstjórin fær heimild til at skriva undir avtaluna, sum BBP-Arkitektar og umsiting og ráðgevar hjá Runavíkar kommunu vórðu samd um frammanundan fundinum í dag.

Væntað verður, at neyvætlingin er liðug stutt eftir ársskiftið 2020/2021, og tástaðni er ætlanin búgvin at bjóða út á byggimarknaðinum. Hvør ið politiska støðan verður til málið til ta tíð, veldst um kommunuvalið næsta heyst. Fyribils snýr málið seg, sum sagt, um eina avtalu um neyvætling og onnur geil i málinum er byggingin, sum støða skal takast til av einum nývaldum býráði fyrst í 2021.