HEIM
06.06.2019

Sverrison og Kollslíð í Funningi hvítusunnudag

Sunnudagin 9. juni, t.e. hvítusunnudag, kl. 17 hava Kári Sverrisson og Hans Jacob Kollslíð konsert í Funnings kirkju. Teir spæla báðir guitar og syngja.

Sverrison og Kollslíð hava júst givið út fløgu við heitinum “Eystanduni”, har teir báðir hava gjørt løg til kinverskar yrkingar.

Konsertin er partur av Summartónum, og atgongdin er ókeypis.