HEIM
27.03.2014

Svenski filmurin “VIT ERU BEST” í Løkshøll hósdagin 27. mars kl. 19.30

Í kvøld og í morgin eru enn einaferð norðurlendskar filmsperlur á skránni í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll. Hesuferð er talan um svenska filmin ´Vit eru best´. Hetta er framhald av samstarvsavtalu millum Norðurlandahúsið, Filmsfelagið KLIPP, Løkshøll og Bókasavnið við Løkin, um at vísa útvaldar norðurlendskar filmar. Tríggir filmar eru eftir at vísa í vár. Umframt henda komandi svenska filmin, so eru tveir norskir á skránni seinni í vár. Teir eru: Eg eri tín (N) (2013) og Pionerur (N) (2013).

Um henda svenska filmin skrivar Norðurlandahúsið soleiðis: ´Svenski filmsleikstjórin, Lukas Moodysson (f. 1969), sum gjørdi Fucking Åmål, er aftur á løriftinum við eini framúr søgu, ið tekur ungdómin í álvara.

Í Svøríki verður ungdómsfilmurin "Vit eru best" sýndur uttan aldursmark. Søgan fer fram í árunum, tá punktónleikur er uppá tað hægsta. Tvær vinkonur gera eitt punkorkestur, men mugu fáa eina gentu úr skúlaflokkinum, sum gongur nógv á møti í lokalu fríkirkjuni, at læra seg at syngja. Hon sæst longst til vinstru á myndini. Hetta samspæl millum revolterandi punk og stillføran átrúnað, ger ungdómsfilmin serliga spennandi, ikki minst tá nomið verður við happing. Lukas Moodysson dugir. Tað vísir KLIPP í annaðkvøld í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll hóskvøldið!

Filmurin er 102 min. til longdar. Og talan í filminum er svensk.

Atgongumerkir á kr 80,- kunnu keypast á bókasavninum hálvan tíma undan sýning.

Á www.lokin.fo ber til at síggja eitt stutt filmsbrot úr filminum.