HEIM
26.06.2007

Summartónar

Úr Gjógv - suður í Vinarbórg

Aldubáran í eysturríkskum samarbeiði.

Árligi tónleikafagnaðurin Summartónar, verður í hesum døgum um alt landið og verða tónar á nærum hvørjum tanga og nesi.

Sum vant, so fer tónleikabólurin Aldubáran eisini at ferðast. Úr Hvalba, norður til Gjáar, út á Toftir og so nakrar konsertir í Havn afturat.

Skráin fyri Summartónar er rúgvismikil, men til ber at kunna seg um konsertirnar hjá Aldubáruni á nýggju heimasíðu teirra: www.aldubaran.com

Har ber eisini til at kunna seg um øll hini tiltøkini á Summartónum.

Aldubáran og Felagið Føroysk Tónaskøld hava úr Eysturríki fingið áheitan um samstarv frá tónaskaldafelagnum OEKB og frá tónlistaráhugafelagnum INOEK.

Avtalan ber í sær, at Aldubáran saman við nøkrum eysturríkskum tónleikarum fer at framføra nógvan nýskrivaðan eysturríkskan tónleik á Summartónum í ár. Í oktober 2007 fara nakrir limir úr Aldubáruni á konsertferð til Eysturríkis. Talan er um fýra konsertir, og tær verða á hesum støðum: Schoenberg-Zentrum (Wien), Universitaet fuer Musik und darstellende Kunst (Wien), Haus der Komponisten (Wien) og í Stadtsaal (Zwettl).

Men nú er tað fyrst Summartónar her heima og teimum líkt, so fara tey at bera fram føroyskan tónleik á fyrsta sinni eftir m.a. Andras Olsen, Sunleif Rasmussen, Kristian Blak og Paula í Sandágerði.

Aldubáran leggur fyri á Toftum mánakvøldið og endar Summartónar mánakvøldið 2. juli við solokonsert hjá Ólavi Jakobsen á gittara, ið m.a. fer at framføra tónleik eftir Sunleif Rasmussen á Listasavninum á Sandi.

Fakta: Konsertir við Aldubáruni á Summartónum 2007

25. juni: Fríðrikskirkjan á Toftum kl. 20.00
26. juni: Norðurlandahúsið kl. 19.00
27. juni: Listasavn Føroya kl. 19.00
28. juni: Norðurlandahúsið kl. 19.00
29. juni: Roynhøllin (Hvalba) kl. 21.00
30. juni: Gjógv (Gjáargarður) kl. 19.00
2. juli: Listasavnið (Sandur) kl. 20.00