HEIM
24.06.2015

SUMMARTÓNAR Í RUNAVÍK

Í sambandi við Summartónar 2015 fer Kamartrioin við Moniku Stauss Joensen á violin, Birgitte Schnakenburg á klaver og Kenneth Jones á trompet at hava tvær konsertir. Tann eina verður í Runavík og hin í Havn.

Tann fyrsta verður hósdagin 25. juni kl. 20.00 á Bókasavninum við Løkin.

Atgongumerki kostar kr 50,-

Bókasavnið bjóðar drekkamunn.

-------------

Felagið Føroysk Tónaskøld skipa aftur í ár fyri ymiskum konsertum kring landið í hesum døgum, við tí endamáli at menna føroyska tónlist.

Monika, Birgitte og Kenneth framførdu fyrstu ferð saman sum kamartrio í samband við Summartónar 2010. Tey eru eisini virkin á ymiskan hátt hvør sær. Í ár hava Monika og Birgitte spælt fleiri konsertir kring landið, umframt konsertir í Keypmannahavn. Birgitte og Ken vóru á konsertferð í London í vár og til heystar kemur teirra næsta fløga, "Smilla".

Fyrst í juni var polski klaverleikarin Elzbieta Wiedner-Zajac úr Wien á vitjan í Føroyum. Hon gav frálæru til framkomnar næmingar kring landið og spældi í Mentanarhúsunum í Fuglafirði. Í samband við at Monika hevur spælt saman við Elzbietu í Bösendorfersaal í Wien, hevur hon ognað Moniku eitt av hennara løgum, sum hon sjálv hevur skrivað, "Preludium in sol”. Umframt hetta, fara Monika og Birgitte at framføra tilsamans fimm løg eftir Elzbietu Wiedner-Zajac.

Birgitte og Ken fara at framføra sonatu eftir danska tónaskaldinum Thorvald Hansen, sum livdi frá 1847-1915. Verkið fyri violin, trompet og klaver, verður ein frumframførsla av David Loeb, sum býr í New York. Verkið er ein serlig gáva til Kamartrioina. David Loeb vitjaði Føroyum í samband við Summartónar 2014 og gjørdist ógvuliga áhugaður og inspireraður av serligu samansetingini av hesum trimum ljóðførum. Heima aftur í New York skrivaði hann "Two Faroes Legends” í tveimum satsum: 1. The Witch and the Giant (Risin og Kellingin) og 2. The Lost Musicians (De fortabte spillemænd). Pauli í Sandagerði skrivaði í 2011 tvey løg "Gerdas sang” og "Snedronningens sang” fyri violin, trompet og klaver , sum eisini verða framførd á konsertunum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesar Kamartrio- konsertir við Moniku Stauss Joensen, Birgitte Schnakenburg og Kenneth Jones í Runavík 25. juni kl 20 og í Norðurlandarhúsinum 29. juni kl 15.