HEIM
10.07.2017

Summartónar í Runavík í kvøld

Í kvøld, mánakvøldið 10. juli, kl. 20 verður forkunnug konsert í Bókasavninum við Løkin í Runavík.

Jože Kotar (klarinett) og Luca Ferrini (piano) fara at framføra tónleik hjá Arnold Ludvig, Joseph Vella, Cecilia Franke, Simon Reade, C.S.L.Parker, Mirjam Tally, Kristian Blak og Dominique Le Gendre.

Atgongumerkini kosta 50,- kr. við dyrnar.

Konsertin er partur av Summartónum, og er næsta summartónakonsertin í Runavíkar kommunu í ár. Triðja konsertin í Runavíkar kommunu verður um eina viku, mánakvøldið 17. juli, tá Stanley Samuelsen fer at framføra egin løg í kirkjuni í Funningi.