HEIM
07.07.2017

Summartónar í Oyndarfirði í kvøld

Í kvøld, fríggjakvøldið 7. juli, kl. 20 verður forkunnug konsert í Oyndarfjarðar kirkju.

Hans Andrias Jacobsen fer at framføra egin løg. Hann syngur, spælir guitar og munnharmoniku.

Konsertin er ókeypis.

Konsertin er partur av Summartónum, og er fyrsta summartónakonsertin í Runavíkar kommunu í ár. Næsta konsertin í Runavíkar kommunu verður longu mánakvøldið 10. juli, tá Jože Kotar (klarinett) og Luca Ferrini (piano) framføra á Bókasavninum við Løkin.