HEIM
17.07.2017

Summartónar í Funningi í kvøld

Í kvøld, mánakvøldið 17. juli, kl. 20 verður forkunnug konsert í kirkjuni í Funningi.

Stanley Samuelsen (vocal, guitar), Paolo Principi (accordion) framføra sangir hjá
Stanley Samuelsen.

Konsertin er ókeypis.

Konsertin er partur av Summartónum, og er triðja summartónakonsertin í Runavíkar kommunu í ár. Fjórða konsertin í Runavíkar kommunu verður um eina viku, mánakvøldið 24. juli, tá Andras Olsen (trombone) og Dávur Juul Magnussen (trombone) framføra egnan tónleik í kirkjuni í Elduvík.