HEIM
02.08.2016

Summartónar í býráðssalinum í kvøld kl. 20

Týskvøldið 2. august kl. 20 verður aftur summartónakonsert í býráðssalinum í Saltangará.

Hesaferð eru tað tær tríggjar Svafa Þórhallsdóttir (vokal), Hrönn þráindóttir (piano) og Angelika Nielsen (violin). Tær spæla tónleik eftir Paula í Sandagerði og Agnar Lamhauge.

Kostnaður 50,- við dyrnar