HEIM
27.05.2013

Summarkvøld við Toftavatn verður í annaðkvøld

Í annaðkvøld týskvøldið 28. mai, skipa Nes og Runavíkar Kommunur aftur fyri hugnaløtu við Toftavatn. Hetta er triðja árið, at tiltakið verður fyriskipað. Eini 200-300 fólk í øllum aldri hava luttikið undanfarin ár, og vóna fyriskipararnir, at væl av fólki møtir hesa ferð eisini.

Farið verður av Svangaskarði og frá Skúlanum við Løkin kl. 18. Gingið verður eftir gøtuni, sum kommunurnar hava gjørt í felag, til eina fløtu, har felagssangur og røður eru á skránni.

Gøtan verður áhaldandi ment. Í mun til seinasta ár ber nú til at fara allan vegin runt innara vatn eftir gøtuni. Eisini fer gøtan nú niðan á vegin á Mýrunum.

Nes og Runavíkar Kommunur