HEIM
28.05.2015

Summarkvøld við Toftavatn

Mánakvøldið 1. juni kl. 18 skipa Nes og Runavíkar Kommunur fyri hugnaløtu við Toftavatn. Hetta er fimta árið, at tiltakið verður fyriskipað. Eini 300 fólk í øllum aldri hava luttikið undanfarin ár, og vóna fyriskipararnir, at væl av fólki møtir hesa ferð eisini.

Farið verður av Svangaskarði og frá Skúlanum við Løkin kl. 17.50. Gingið verður eftir gøtuni, sum kommunurnar hava gjørt í felag, til samankomingina, har gøtan sneiðir niðan á Svangaskarð. Har eru felagssangur og røður á skránni.

Økið kring Toftavatn er ein perla í føroysku náttúruni, og vann gøtan eisini 1. virðisløn sum best røkta bygda- og varðagøtan í 2012. Nógv fólk ferðast dagliga eftir gøtuni, bæði úr nærumhvørvinum, og eisini aðrastaðni úr Føroyum koma fólk at spáka ein túr eftir gøtuni.

Nes- og Runavíkar Kommuna halda áfram at betra um gøtuna og hentleikarnar kring hana. Seinasta ár vórðu benkur settir upp ymsa staðir framvið gøtuni. Í ár verður m.a. arbeitt við at gera tvær nýggjar brúgvar um Løkin.

Nes og Runavíkar Kommunur