HEIM
26.05.2014

Summarkvøld við Toftavatn

Mikukvøldið 28. mai kl. 18 skipa Nes og Runavíkar Kommunur aftur fyri hugnaløtu við Toftavatn. Hetta er fjórða árið, at tiltakið verður fyriskipað. Eini 300 fólk í øllum aldri hava luttikið undanfarin ár, og vóna fyriskipararnir, at væl av fólki møtir hesa ferð eisini.

Farið verður av Svangaskarði og frá Skúlanum við Løkin kl. 17.50. Gingið verður eftir gøtuni, sum kommunurnar hava gjørt í felag, til eina fløtu, har felagssangur og røða eru á skránni. Í ár hugleiðir Torbjørn Jacobsen. Eisini verður rennikapping millum tveir limir í Ítróttafelagnum Roysnið - ein úr hvørjari kommunu - hesir renna hvør sín veg kring vatnið.

Økið kring Toftavatn er ein perla í føroysku náttúruni, og vann gøtan eisini 1. virðisløn sum best røkta bygda- og varðagøtan í 2012. Gøtan verður áhaldandi ment. Seinasta ár blev tað gjørligt at fara allan vegin runt innara vatn eftir gøtuni, eins og brúgvin varð umvæld. Í løtuni verða benkur settir upp ymsa staðir framvið gøtuni.

Nes og Runavíkar Kommunur