HEIM
30.05.2016

Summarkvøld við Toftavatn

Mikukvøldið 1. juni kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá. Talan er um eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í felags verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.

Í sendingini Brúgvin á R7 í dag greiddi Elin á Torkilsheyggi frá um tiltakið.

Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Runavíkar Skúla og av Svangaskarði. Alfred Olsen flytir fram røðu, og Jens Dalsgaard, saman við børnum úr Toftaskúla, fer at skipa Nykursvísu. Roysnið skipar fyri rennikapping, har tvey koma at renna teinin runt innara vatn.

Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og sunkist verða at fáa ókeypis.