HEIM
27.05.2011

Summarið byrjar við SANSA

Fokus á "Hví ynskja vit broyting"

Handilsmiðdepilin skipar aftur fyri vældámda tiltakinum SANSA, hesaferð í Tofta skúla mikukvøldið 1. juni. Hetta er fjórðu ferð at SANSA er á skránni. Byrjað verður kl. 19.30 og kvøldið endar umleið kl. 23.00.

Høvuðsevnið á SANSA hesaferð er "Broyting" og á skránni verður nógv forvitnisligt og spennandi.

Á pallinum verður ymiskt áhugavert á skránni. Millum annað fer Rune Petersen, ið er eigari av Vælvera Fitness í Saltangará, at greiða frá hvussu ein lívstílur við rættari venjing og góðum kosti kann betra um tína lívsgóðsku. Harumframt skipar Rune Petersen fyri eini fitness framførslu, har man fær eitt innlit í ein part av tí, sum Vælvera Fitness hevur at bjóðað.

James Olsen, sum m.a. er kendur tónleikari, radiovertur og mangt mangt annað, fer at halda ein fyrilestur um sítt lív áðrenn og eftir skurðviðgerðina Gastric Bypass. Hví velur man eina tíllíka loysn?

Hví ynskja vit broyting? Hendan spurning fer Oddbjørg Johansen millum annað at viðgera í sínum fyrilestri. Oddbjørg Johansen er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiðir í gerandisdegnum við cognitivari viðgerð á sykiatrisku deild á landsjúkrahúsinum. Høvuðsevnið í hennara fyrilestri er "Mindfulness".

Anna Faroe fer at undirhalda við sínum frálíku rødd saman við guitarsnillinginum Hjalta Joensen.

Luttakandi limirnir í HMD hava vøruframsýning og sølu sum undanfarnu ferðirnar. Øll vitjandi fáa ein gávuposa, tá ið tey fara heim og í steðginum verður høvi at síggja lívligu og kreativu vørubásarnar sum hava nógv frísk og summarlig tilboð til tey vitjandi.
Eisini fáa allir gestir ein frískan vælsmakkandi smoothie umframt kaffi við onkrum sunnum søtum afturvið.

Hallur Hansen verður vertur og atgongumerki á 199 kr. eru at fáa í Effo Saltangará, hjá Pidda á Toftum og á Kunningarstovuni í Runavík. Sí www.hmd.fo.