HEIM
11.08.2007

Summarhugni í Oyndarfirði

Leygardagin 11. august verður aftur Summarhugni í Oyndarfirði. Tað var nevndin fyri OYÍF sum í fjørð tók stig til at hava hetta tiltakið fyri fyrstu fer. Tað eydnaðist somikið væl, at teir hava sett sær fyri, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak í Oyndarfirði. Hugskotið við tiltakinum er at hava eitt gott tiltak fyri bygdarfólkið, og fólki við tilknýti til bygdina. Men fyrireikarnir leggja stóran dent á, at øll eru hjartaliga vælkomin. Í fjørð vóru eisini fleiri fólk og vitjaðu sum einki tilknýtið høvdu til bygdina, og tað vóru fyriskiparnir og bygdarfólkið glað fyri.

Tiltakið er bæði fyri børn og vaksin. Á skránni hendan dagin verður millum annað spennandi undirhald til børnini við Trølla-Pætur, Trølla-ommuni og nýggju Trølla-ommusystrini. Eisini verður møguleiki at grilla sær okkurt lekkurt, góður felagssangur, hugleiðing við Freydis Poulsen og dansur við Brim.

Bygdarfólkið vónar at nógv fólk kemur á vitjan í Oyndarfirði hendan dagin.