HEIM
24.07.2010

SÚKKLUKAPPINGIN VITJAÐI

Eins og undanfarin ár, kom súkklukappingin Statoil Kring Føroyar eisini framvið á okkara leiðum, tí kappingini í gjár var málið við Glyvra skúla. Aftur hesa ferð vann Hafsteinn Ægir Geirsson, bara var eitt sekund framman fyri riðilin aftanfyri. Í dag er stóra styrkiroyndin, tá súkklararnir skulu royna seg í Suðuroynni.

Hjá teimum fremstu í kappingini gjørdist tað í gjár ein langur, taktiskur endaspurtur frá Lambareiði út til rundkoyringina í Runavík og líka inn á málið við Glyvra skúla. Framvegis vóru 10 við, og á hesum lutfalsliga lítla pettinum av samlaða teininum, sum var 115 kilometrar, hendi alt møguligt og fleiri skiftu fleiri ferðir um pláss.

Men tá súkklararnir komu inn ímóti málinum, hevði Hafsteinn Ægir Geirsson slitið seg so mikið leysan av hinum, at hann við tíðini tríggir tímar og 14 minuttir var eitt sekund frammanfyri, meðan allir hinir níggju fingu somu tíð. Gunnar Dahl-Olsen var næstfremstur, síðani kom Kristian Gosvig og so allur riðilin.