HEIM
25.01.2016

Stylistar á Bókasavninum við Løkin

Stóri áhugin fyri arbeiðinum og vitanini hjá stylistunum ger, at teir nú fara runt landið at hava opið hús. Tríggir stylistar og ein makeover modell úr Kvinnu greiða frá, tá Opið hús hjá stylistunum verður á Bókasavninum við Løkin týsdagin 26. januar kl. 18 – 21.

Eitt tema verður hvønn tíma:
Kl. 18 – 19 Kropsskap og feilkeyp
Kl. 19 – 20 Klædnasamansetingar og kreativitetur
Kl. 20 – 21 Vitan, útbúgving og tað góða plaggið

Katrina í Geil tekur hvønn tíma fatur í áhugaverdum stylingvinklum frá sínum dagliga arbeiði sum stylistur og designari.

Eydis Skýlindal úr klædnahandilinum Rokoko í Gøtu sigur frá um klædnasamansetingar og kreativitet og Ann Solmunde Johannesen greiðir frá um týdningin at hava vitan, útbúgving og at finna tað góða plaggið.

Eisini kemur Jona Michaelsen úr Funningsfirði at greiða frá síni uppliving sum makeover modell og hvat hon hevur tikið við sær.

Tað er stuttligt, áhugavert – og ókeypis.

Tað fer heilt víst at loysa seg!

Les meira um bókasavnið á www.lokin.fo