HEIM
10.02.2010

Stundum stundum ikki – seinastu sýningar

Komandi vikuskifti fer Klaksvíkar Sjónleikarafelag undir seinastu sýningarnar av skemtileikinum "Stundum stundum ikki".

Sýningarnar verða 12. og 14. februar kl. 19.30 og 13. februar kl. 19.00.

Atgongumerki fáast til keyps í kunningarstovuni í Runavík, Klaksvík og Tórshavn og á www.nlh.fo.

Ikki seld atgongumerki verða seld við dyrnar 1/2 tíma undan sýning.