HEIM
26.07.2018

Stuðulsstarv í forskúlanum, Brúgvin, í Runavíkar kommunuskúla

Søkt verður eftir 1 námsfrøðiligum stuðli til skúlaárið 2018/2019

• 1 starv í forskúlanum, Brúgvin á 950 árstímar (lønarbrot 0,54)
Hetta er tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/2019 Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum við serligum tørvi.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
• áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fús og hugað fyri toymisarbeiði

Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Námsfrøðiliga stuðulsstarvið í forskúlanum er sáttmálasett starv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingar eru løntir í lønarflokki 11-20 (tó frá 1. oktober 2018 í lønarflokki 11-21) og hjálparfólk í 3-8.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu sendast til
hans.m.mittuni@skulin.fo í seinasta lagi týsdagin 7. august 2018 kl. 15.00

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Hans Michael í Mittúni,
varaskúlastjóra á tlf. 237133.