HEIM
07.03.2011

Stuðulskonsert fyri Rumeniahjálpini í Løkshøll

Leygardagur 12. mars, kl. 19.00 verður skipað fyri stuðulskonsert í Løkshøll.

Luttakandi:

Sofus Hansen
Petur Hans Hansen
Jensina Hansen v/systrum
Manskórið Iglesia og
Zamar

Eisini verður greitt frá arbeiðnum í Rumenia.
Aftaná konsertina verður kaffi, te og køka at fáa í kantinuni.

Tiltakið er ókeypis, men møguleiki verður fyri at stuðla Rumeniahjálpini.