HEIM
07.03.2013

Streymur og streymviðurskifti

Bátafelagið á Skála hevur upplýsandi limatiltak um streymviðurskifti leygardagin 9. mars 2013, kl. 16.00 í hølunum hjá Skála Handverkarafelag.
Kunnað verður eitt sindur um streym, streymviðurskifti, fiskimið v.m. Frits Thomsen, sjómansskúlalærara, greiðir frá og kunnar, um hvat tilfar er til taks, og hvussu tað skal nýtast.
Ynskiligt er, at limirnir eisini geva eitt íkast til evnið.
Sum vanligt er leygardagar, bjóðar felagið kaffi og køkur.