HEIM
08.07.2009

Stórur áhugi fyri Vinnustevnuni Faroexpo

Stórur áhugi fyri Vinnustevnuni Faroexpo

Fyrireikingarnar til Faroexpo, sum er í døgunum 19. – 22. oktober 2009, ganga sera væl. Higartil hava 35 fyritøkur, bæði føroyskar og útlendskar, meldað til vinnustevnuna. Málið er at fáa talið upp á 60 luttakarar í ár. Tað er nakað hægri enn í 2008.

Hetta er fimtu ferð at hendan altjóða vinnustevna verður hildin í Runavík, og er hon partur av áhugaverdu Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, sum byrjar 18. oktober og endar 25. oktober.

Faroexpo vendir sær móti ídnaðar- og tænastufyritøkum, innan fiski-, ali- og oljuvinnuna og almennum stovnum, ið eru viðkomandi fyri hesar. Faroexpo eitt gott høvi hjá føroyskum fyritøkum at hittast og byrja samstarv, sum kann økja um teirra møguleika á heimliga og altjóða marknaðinum.

Partenariat
Skipað verður fyri sonevndum partenariati í ítróttarhøllini í Runavík. Eitt Partenariat er eitt lukkað forum, tvs. at bert tilmeldaðir luttakarar hava atgongd. Partenariatið setir fokus á fyritøkur innan ymiskar vinnugreinar. Mannagongdin fyri slíkum er, at luttakararnir frammanundan stevnuna, hava ynskt at hitta aðrar luttakarar á skipaðum fundum, sum verða hildnir innanfyri eitt avmarkað tíðarskeið á einum stevnubási.

Almenn Faroexpo Ráðstevna
Á vinnustevnuni verður eisini skipað fyri eini almennari ráðstevnu, sum í ár verður hildin í Løkshøll, sum er nýggja Mentanarhúsið í Runavík. Evnið á Faroexpo Ráðstevnuni 2009 er "Nútímans Leiðslustýring". Fyra áhugaverdir fyrilestrahaldarar fara at mynda ráðstevnuna.

Talan verður um eina undirhaldandi og spennandi viku, har vinna og mentan ganga hond í hond.

Aftur í ár er tað fyritøkan Virkisráðgeving í Runavík, sum er høvuðssamskipari av Faroexpo og Mentanarvikuni í Runavíkar. Høvuðsstuðlarnir hjá tiltakinum eru Eik Banki og Runavíkar kommuna. Harumframt hevur Faroexpo nakrar smærri sonevndar Expo-stuðlar, sum eru Bakkafrost, Borg og Hotel Runavík.

Til ber at lesa meira um partenariatið og ráðstevnuna á www.faroexpo.fo.