HEIM
24.04.2009

Stórur áhugi fyri Árliga Vinnufundinum

Mikukvøldið 22. apríl varð skipað fyri Árligum Vinnufundi í nýggja Mentanarhúsinum í Runavík. Umleið 120 vinnulívsfólk og politikkarar úr Eysturoynni møttu til fundin.

Fundurin byrjaði við, at Rodmundur Nielsen, formaður í Eysturoyar Vinnulívsfelag, bjóðaði vælkomin. Síðan setti Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu Vinnufundin, har hann m.a. staðfesti týdningin av vinnulívinum í Eysturoynni.

Fyrsti fyrilestrarhaldari var Gunvør Balle, sendikvinna Føroya í Reykjavík. Hennara evni var Veruliga støðan í Íslandi. Ein sera áhugaverdur og upplýsandi fyrilestur, sum fór víða um og í dýpdina. Eftir hetta helt Jóhan Dahl, Landsstýrismaður í Vinnumálum, fyrilestur um karmar og vakstrarmøguleikar hjá føroyskari vinnu. Eisini nevndi hann summi ynski, ið hann, sum vinnumálaráðharri, kundi hugsa sær at sett í verk og nevndi tað arbeiði, ið liggur fyri framman viðvíkjandi raðfestingum, tá fíggjarlógin fyri komandi ár kemur fyri. Eftir hendan fyrilestur var steðgur, har Runavíkar kommuna bjóðaði øllum eitt lætt ábit í kantinuni. Triði og seinasti fyrilestrarhaldari var Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Hon viðgjørdi vinnulívið við atliti til kreppuna, sum valdar. Hon nevndi, hvat ið ansast skuldi eftir ikki at gera í hesum krepputíðum og eisini hvat er skilagott at gera. Heiti á hennara fyrilestri var Karmar fyri vinnu, tá avbjóðingarnar eru stórar.

Til seinast vóru spurningar á skránni. Bergur Poulsen var orðstýrari og kom serstakliga væl frá uppgávuni.