HEIM
29.04.2014

Stórt kunningartiltak um jarðhita í Løkshøll

Týskvøldið 29. apríl klokkan 19.30 hevur Demich eitt kunningartiltak um jarðhita í Løkshøll.

Skráin er henda:

19.30:
Stutt framløga um hvat Demich er, og hvat vit kunnu veita.

19.35:
Henrik Vogensen frá Vølund Varmeteknik hevur framløgu um Nibe vørur til jarðhita, men kemur eisini inn á aðrar vørur og jarðhita sum heild. Hann greiðir eisini frá hvussu ein hitapumpa virkar.

19.55:
Meinhard Eliasen frá Jarðfeingi hevur framløgu um royndirinar, sum eru gjørdar við jarðhita í Føroyum og hvat hetta merkir fyri Føroyar sum land, bæði fíggjarliga og umhvørvisliga.

20.15:
Atli D. Nattestad frá Demich greiðir frá hvussu gongdin innan jarðhita í Føroyum hevur verið. Hann kemur inn á, hvat man skal hugsa um, tá man skal fáa sær jarðhita, bæði í nýggj og eldri hús. Hann kemur inn á hvat sparing man kann vænta sær við jarðhita, eisini kemur hann inn á hvussu gongdin er frá tá tú hugsar um at fáa tær jarðhita og til skipanin er liðug – og eftir hetta.

20.35:
Bogi Jacobsen frá Bústaðir greiðir frá hvat fíggingar møguleikar Búðstaðir kann veita til orkusparandi loysnir.

20.50:
Spurningar

Aftaná verður høvi at fáa ein kopp av kaffi og eitt jarðhitaprát

Tiltakið er alment og ókeypis