HEIM
19.10.2008

Stórt Barnatiltak hjá skótunum

Í ár fara skótarnir, sum nakað nýtt, at hava nógv ymisk tiltøk fyri børn í mentanarvikuni.

Skótarnir fara at halda til í teltinum uttanfyri býráðssalin har teir m.a. fara at hava fiskibrunn, ítriv til børnini, djóraframsýning,vaflur og kaffi til sølu.
Lista- og myndakappingar vera eisini fyri børnini, har tey kunnu lata lidnar myndir inn og vinnarin verður avdúkaður mikudagin 22. oktober.
Skótarnir fara at hava handaligt verkstað fyri børnini og leygardagin 25. oktober verður bæði heilsukanning, heilsurenning og skattajakt.
Hetta fer at verða eitt sera spennandi tiltak fyri børnini, sum má upplivast.

Skrá:

Sun 19. okt.
Kl. 13.00 Djóraframsýningin letur upp.
Kl. 15.00 Hundaframsýning. Gingið verður við "rasu" hundum.
Eisini verður fiskibrunnur og møguleiki at keypa drekkamunn og okkurt afturvið.

Mán-týs. 20-21. okt.
Kl. 17-18.00 Innlating av listaverkum til listakapping. Evni: Heystið.
Aldursbólkar: 1-3 fl. & 4-7 fl.
Kl. 17-18.00 Innlating av myndum til myndakapping. Evni: Gerandisdagur.
Aldursbólkur: Børn og ung.
Krøv: Myndin skal vera tikin í 2008, dagfesting á myndini, við fototóli el. líknandi
prentað á A4 og vera laminerað.

Mik. 22. okt.
Kl. 17.30-19.00 Myndaframsýning við myndum frá myndakappingini, aldursbólkar: børn og ung.
Kl. 18.00 Vinnarin verður avdúkaður.

Hós. 23. okt.
Kl. 17-19.00 Handaligt verkstað fyri børn og barnsligar sálir

Frí. 24. okt.
Kl. 17.30-19.00 Listaframsýning við listaverkum frá listakappingini, aldursbólkar: 1-3 fl. & 4-7 fl.
Kl. 18.00 Vinnararnir verða avdúkaðir.

Leyg. 25. okt.
Kl. 10.00 Heilsukanning, mált verður blóðtrýst, pulsur, blóðsukur, feittprosent og BMI verður roknað.
Kl. 12.00 Heilsurenning fyri børn og vaksin
Kl. 14-18.00 Handaligt verkstað fyri børn og barnsligar sálir.
Kl. 19.00 Skattajakt fyri børn og ung

Sun. 26. okt.
Kl. 14-17.00 Handaligt verkstað fyri børn og barnsligar sálir