HEIM
23.08.2013

Stórfingið hátíðarhald við Toftavatn

Mikukvøldið 21. august var hugnalig hátíðarløta við Toftavatn, í samband við at Símun Nónklett og aðrir hava latið Nes og Runavíkar kommunum eina standmynd, ið er sett upp við gøtuna um innara vatn.

Veðrið var av tí allafagrasta, og eini 200-300 fólk høvdu leita sær eftir gøtuni til standmyndina.

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes Kommunu, bjóðaði vælkomin og greiddi frá verkætlanini við gøtuni um vatnið - gongdini higartil, og at gøtan hevði fingið 1. virðisløn fyri at vera best røkta bygda- og varðagøta í 2012.

Síðani fekk listarmaðurin, Símun Nónklett, orði. Hann takkaði fyri tiltakið, og nýtti samstundis høvi at takka teimum, ið høvdu hjálpt honum at fullføra verkætlanina. Hann greiddi eisini frá íblástrinum og arbeiðinum.

Listamaðurin fekk handað eitt blómutyssi, og síðani sang Kór Glyvra Kirkju so inniliga tveir fosturlandssangir.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, hugleiddi um standmyndina, listamannin, umhvørvið og motivið av seyðamanninum og hundi hansara, sum er so kent fyri okkum í Føroyum.

At enda leiddi Kór Glyvra Kirkju fjøldina í tjóðsanginum.

Myndarøð: {3B026F29-6C37-48EE-8B43-981449DDDFDD}