HEIM
25.03.2008

Stór útgávukonsert við Jens og Kristel Lisberg

Stór útgávukonsert við Jens og Kristel Lisberg

Leygarkvøldið 12. apríl kl. 20.00, verður rimmar útgávukonsert við Jens og Kristel Lisberg í ítróttarhøllini á Skála. Á skránni verður millum annað country, gospel og kærleiks sangir.
Umframt løg av nýggju fløguni so sum Special woman, Please relase me, sum eru nógv spældir uttanlands, verða ymisk føroysk løg sungin. Umframt nógvar kendar enskar sangir fara tey at føra fram ymisk føroysk løg. Møguleiki verður at keypa signerðarar fløgur av Jens Lisberg.

Tað eru fimm ár síðani, at tey høvdu konsert á Skála, og tá var tiltakið sera væl eydnað. Høllin var stúgvandi full av fólki, sum hugnaðu sær. Konsertin fekk sera góð ummæli í fjølmiðulum. Hesaferð verður eins og tá fleiri av okkara bestu tónleikararum við, James Olsen trummur, Kim Hansen klaver, Jákup Zachariassen steel dobro gittar, Petur Háberg Jacobsen rytmu gittar, Krístoffur Mørkøre bass og Ólavur Øster gittar. Kór Barbara á Tjaldrafløtti, Sigga, Malan Hansen og Fríðgerð Ellefsen. Marner Lisberg verður gestasangari.

Kristel dóttir Jens, sum tá sang sera væl, hevur ment seg enn meira. Hon hevur tilvitað valt skúlan
framum, men hevur tó alla tíðina miðvíst arbeitt við sangvenjingum. Kristel kemur at geva fløgu út seinni, um tað verður uttanlands ella heima, er enn ikki avgjørt.

Við hesum tónleikararum saman við Jens Lisberg, sum eru uttan iva teir bestu í Føroyum innan fyir sítt øki, verður lagt upp til eitt sera gott kvøld.

Fyrireikararnir leggja stóran dent á at høllin verður hugnalig, og fólk fáa ein góða konsert.
Ágóðin av konsertini fer til rakstur hjá Skála ítróttarfelag.

Atgongumerkir fáast í Bakaríinum á Skála, Hjá Jórun í Klaksvík, Kunningarstovini í Havn og í Kunningarstovuni í Runavík. Kostnaðurin fyri atgongumerki er 230,- kr, íroknað er stórt kakuborð við te og kaffi í steðginum.

Hetta kvøldið bjóðar kafeteria á Skála tað stóra kalda borðið við bæði køldum og heitum rættum, møguleiki er eisini at keypa sær drykkjuvørur afturvið. Kostnaður fyri kalda borðið er 225,- kr. og kunnu fólk tekna seg áðrenn 9. apríl á tlf. 507179.