HEIM
30.10.2007

Stór konsert í Runavík leygarkvøldið 3. november.

Í sambandi við Faroexpo 2007 og Mentanarvikuna í Runavík verður ein stór konsert í ítróttarhøllini í Runavík leygarkvøldið 3. november.

Luttakandi bólkar eru: Høgni Lisberg, Crawling Blue, Simon Mathew (DK) og Boys In A Band.

Eisini luttekur hin sera vælumtókti mótahandilin Trend Floor í Saltangará við einum Mega Kool trend showi.

Konsertin og dansurin byrjar kl. 22 og endar kl. 04.

Atgongumerki á 220 kr. eru til sølu frá 24. oktober í Kunningarstovunum í Runavík og Tórshavn og í Kiosk Vár í Saltangará og Klaksvík.